Eitt er neyðugt
08.09.2018

Ein dagin kom Jesus inn í eina bygd, har hann varð boðin inn til eina kvinnu, sum æt Marta.


Hon átti eina systur, sum æt Maria, og hon setti seg hjá Jesusi at hoyra hann, meðan Marta stákaðist fyri gestinum.


Marta fór til Jesus og segði við hann: „Leggur tú einki í, at systir mín letur meg vera einsamalla um alt arbeiðið? Sig við hana, at hon skal koma at hjálpa mær.“


Men Jesus svaraði: „Góða Marta, slappa av og lat ikki umstøðurnar ørkymla teg. Men tað er bara eitt, sum er neyðugt. Maria hevur valt tað rætta, og tú mást ikki taka tað frá henni.“

 


Luk. 10,38-42
Nýggi Sáttmálin

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen