Lasarus, kom út!
15.09.2018

Tá ið Marta frætti, at Jesus kom, gekk hon út ímóti honum, men Maria varð sitandi heima.

 

„Harri, hevði tú verið her, so var beiggi mín ikki deyður,“ segði Marta við Jesus, „men eg veit, at Gud gevur tær alt tað, sum tú biður um.“ „Beiggi tín skal verða livandi aftur,“ segði Jesus. „Ja, eg veit tað væl; tað verður, tá ið tey deyðu rísa upp á seinasta degi,“ svaraði Marta. Jesus segði: „Eg eri uppreisnin og lívið. Tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr. Og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja. Trýrt tú hesum?“ spurdi hann. „Ja, Harri,“ svaraði Marta. „Eg trúgvi, at tú ert Kristus, sonur Guds, sum er komin í heimin.“


Síðan fór Marta av stað og rópti Mariu, systur sína, og segði við hana: „Meistarin er her, hann vil fegin tosa við teg.“ Tá ið Maria hoyrdi hetta, reistist hon í skundi og fór út ímóti honum. Jesus var ikki komin inn í bygdina enn, men var enn har, Marta hevði møtt honum.


Tey, sum vóru inni í húsinum hjá Mariu at ugga hana, sóu, at hon reistist í skundi og fór út, og tey fóru aftan á hana, tí tey hildu, at hon fór út til grøvina at gráta har.


Men Maria fór út til Jesus, og tá ið hon sá hann, legði hon seg á knæ fyri honum og segði: „Harri, hevði tú verið her, so var beiggi mín ikki deyður.“ Tá ið Jesus sá Mariu gráta, og sá øll, sum fylgdu henni, gráta, gjørdist hann ógvuliga sinnisrørdur og keddur. „Hvar hava tit lagt hann?“ spurdi hann. Tey søgdu við hann: „Harri, kom og síggj!“ Jesus fór at gráta. „Hygg, hvussu góður hann var við Lasarus,“ søgdu tey, sum stóðu har í nánd, men summi søgdu: „Tá ið hann kundi geva einum blindum manni sjónina, hví kundi hann so ikki gera tað, at Lasarus ikki var deyður?“


Jesus varð tá enn meira rørdur, tá ið hann kom út til grøvina, sum var eitt helli, og ein steinur var settur fyri. „Flytið steinin frá!“ segði Jesus; men Marta segði: „Líkið av beiggja mínum luktar longu, tí hann hevur ligið fýra dagar í grøvini.“ Jesus segði: „Havi eg ikki sagt, at um tú trýrt, at eg eri uppreisnin og lívið, so skalt tú síggja Guds mátt?“


So tóku teir steinin frá, og Jesus hugdi móti himli og segði: „Pápi, eg takki tær fyri, at tú hevur hoyrt meg. Eg veit, at tú altíð hoyrir meg, men eg segði tað, so at øll tey, sum her standa, kunnu trúgva, at tú hevur sent meg.“ So rópti hann hart: „Lasarus, kom út!“ Tann deyði maðurin kom út, umvavdur á hondum og fótum við líkverju, og sveittadúki bundnum um andlitið. Jesus segði: „Loysið hann og latið hann fara.“


Nógv av teimum, sum vóru komin úr Jerusalem at troysta Mariu, trúðu nú á Jesus, tí tey høvdu sæð, hvat hann hevði gjørt. Men nøkur av teimum fóru til fariseararnar at siga teimum frá um hetta.


Jóh. 11,20-46
Nýggi Sáttmálin

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen