Lurta
Kom tú og fylg mær!
08.10.2022

Jesus fór aftur gangandi fram við vatninum, og fólkið savnaðist um hann, og hann lærdi tey. Á ferðini komu tey fram við tolleftirlitinum í bygdini, har Levi, sonur Alfeus sat. Jesus segði við hann: „Kom tú og fylg mær!“ Og Levi reisti seg og fylgdi honum.


Seinni bjóðaði Levi Jesusi heim til sín, har tollarar og onnur, sum ikki hildu lógina, ótu saman við honum og lærusveinunum. Og tey vóru mong. Tá ið teir skriftlærdu millum farisearanna sóu, at hann át saman við nøkrum, ið ikki hildu lógina, spurdu teir lærusveinarnar: „Hvussu ber tað til, at Jesus etur saman við hasum monnunum?“ Jesus hoyrdi tað, og hann svaraði: „Tey frísku hava ikki tørv á lækna, men tey sjúku. Eg eri ikki komin at sannføra tey, ið longu gera, sum Gud vil, men tey, sum ikki gera tað.“


Hvíludagurin er til fyri menniskjuni


Bæði viðhaldsfólk hjá Jóannesi og fariseararnir hildu føstu, og tí komu nøkur og spurdu Jesus: „Hvussu ber tað til, at lærusveinarnir hjá tær ikki halda føstu, tá ið bæði farisearar og viðhaldsfólk hjá Jóannesi halda føstu?“


Jesus svaraði: „Kunnu vinir hjá brúðgóminum fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum? Nei, tað kunnu teir ikki. Seinni verður brúðgómurin tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta. Eingin seymar eina bót av nýggjum óvaskaðum klæði á gomul klæði. Bótin tódnar, tá ið hon verður vaskað, og skræðir holið størri. Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur. Vínið spreingir fløskurnar, tá ið tað gerar, og bæði vínið og fløskurnar fara til spillis. Nýtt vín skal í nýggjar leðurfløskur.“


Markus 2,13-22

17.s.e. tríeindardag
Nýggi sáttmálin 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen