Lurta
Vísdómsbøkurnar
27.09.2018

Mitt í Gamla Testamenti eru tríggjar skriftir, sum saman mynda ein serstakan bólk: Jobsbók, Orðtøk Sálomons og Prædikarin. Jobsbók er við í bíbliulesiætlanini í ár, og síðsta leygardag í hvørjum mánaði er teksturin úr Orðtøkum Sálomons.


Tær tríggjar skriftirnar hava allar skaldsligan dám, og felags fyri tær er, at vísdómurin er í miðdepli. Bæði tá ið tað snýr seg um at lovprísa og grunda yvir kjarnan í vísdóminum, men eisini tí at tær hava í sær vísdóm. Av hesum verða tær vanliga nevndar vísdómsbøkur.


Tann vísdómur, sum bøkurnar í Gamla Testamenti rúma, kann býtast sundur í tveir bólkar: Orðtøk Sálomons eru, sum heitið sigur, eitt stórt savn av orðtøkum og orðtakskendum setningum, sum á ógvuliga ítøkiligan og jarðbundnan hátt snúgva seg um lívsroyndir og góð ráð um, hvussu lívið skal livast. Lívsfatanin handan bókina er, at um tú livir lív títt í gudsótta, ídni, skynsemi og rættlæti, fer at gangast tær væl.


Hinar báðar vísdómsbøkurnar eru ikki eins bjartskygdar. Prædikarin rúmar royndir av, at tómleiki fjalir seg aftan fyri tað mesta í lívinum, og at tað ofta ikki er nakar samanhangur ímillum, hvussu tú livir títt lív, og ta lagnu tú fært; tí gudrøkna og rættvísa kann gangast illa, og tann óndi kann vera eydnuríkur.


Jobsbók er ein djúptøkin lýsing av júst hesum trupulleika. Tann sera góði og rættvísi Job verður raktur av alskyns líðingum og vanlukkum; vinir hansara halda uppá, at Job man fjala stórar syndir í lívi sínum. Men heilt til tað síðsta heldur Job fast við, at hann er ósekur. Bókin endar við, at Guð sjálvur tekur orðið og hevur at Job: “Hvar vart tú, tá ið eg legði grundvøll jarðarinnar? ... Bindur tú bondini á Sjeystjørnuna, kanst tú loysa fjøtur Orions?” Job viðgongur og slær seg til tols við, at Guð er so høgt hevjaður yvir menniskjuni, at einki menniskja kann krevja hann til svars.


Bíbliulesiætlanin 2017-18.

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen