Uttan meg kunnu tit als einki gera
29.09.2018

Eg eri víntræið, og Pápi mín er vínbóndin. Allar greinar, sum ikki bera frukt, sker hann burtur. Men tær, sum bera frukt, reinsar hann, so tær geva meira frukt. Tit eru longu reinir av tí orði, sum eg havi talað til tykkara.

 

Verðið í mær, so verði eg í tykkum. Greinin kann ikki bera frukt av sær sjálvari, men bara um hon verður á víntrænum. Soleiðis kunnu tit heldur ikki bera frukt, uttan tit verða í mær.


Eg eri víntræið, og tit eru greinarnar. Verða tit í mær, og eg verði í tykkum, bera tit góða frukt, men uttan meg kunnu tit als einki gera.


Tann, sum ikki verður í mær, er sum ein grein, ið verður tikin og blakað í eina rúgvu. Greinarnar liggja og torna, til tær verða tiknar upp og tveittar á bálið og brenna.


Um tit støðugt halda tykkum til mín og liva av mínum orði, so kunnu tit biðja um, hvat tit vilja, og tit skulu fáa tað. Liva tit sum mínir lærusveinar og bera nógva frukt, so verður Pápi mín gjørdur dýrmettur.

 

Eins og Pápi mín hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum. Verðið verandi í kærleika mínum. Og í honum verða tit, um tit halda boð míni, eins og eg havi hildið boð hansara og verði verandi í kærleika hansara.


Hetta sigi eg tykkum fyri at samgleðast við tykkum, so at tit eisini kunnu vera glaðir.

Jóh. 15,1-11

Nýggi Sáttmálin

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen