Lurta
Vit hava funnið Messias
22.10.2022

Dagin eftir stóð Jóannes aftur har saman við tveimum av viðhaldsmonnum sínum, og tá ið teir sóu Jesus koma gangandi, segði hann: „Hygg, har gongur lambið, sum verður ofrað til Guds.“ Teir báðir viðhaldsmenninir hjá Jóannesi hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesusi.

 

Men Jesus vendi sær á, og tá ið hann sá teir koma aftan á seg, spurdi hann teir: „Hvat vilja tit mær?“ Teir spurdu: „Rabbi, hvar býrt tú?“ – Rabbi merkir lærumeistari. „Komið og síggið,“ svaraði Jesus. Teir komu og sóu, hvar hann búði. Hetta var seinnapartin, og teir vóru hjá honum allan dagin. Annar teirra var Andrias, beiggi Símun Pæturs.


Aftaná var Símun Pætur tann fyrsti, Andrias leitaði upp. „Vit hava funnið Messias“ segði Andrias – Messias er tað sama sum Kristus. Hann fór við Símuni til Jesus. Og Jesus hugdi upp á hann og segði: „Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas. Kefas er tað sama sum Pætur, sum merkir klettur.


Dagin eftir ætlaði hann at fara av stað til Galilea; og hann hitti Filip og segði við hann: „Fylg mær!“ Filip var úr Betsajda, somu bygd sum Andrias og Pætur vóru úr. Filip hitti Natanael og segði: „Vit hava funnið hann, sum Móses og profetarnir hava skrivað um. Hann eitur Jesus og er úr Nasaret, sonur ein, sum eitur Jósef.“ „Kann nakað gott koma úr Nasaret?“ segði Natanael. „Kom sjálvur og síggj,“ svaraði Filip.


Tá ið Jesus sá Natanael koma til sín, segði hann: „Her hava vit ein ísraela, vit kunnu líta á, eitt virðiligt umboð fyri Guds útvalda fólk.“ „Hvaðani kennir tú meg?“ spurdi Natanael. „Eg sá teg sita undir fikutrænum, áðrenn Filip bað teg koma,“ svaraði Jesus. „Rabbi,“ segði Natanael, „Tú ert Sonur Guds, tú ert kongur Ísraels.“

 

„Trýrt tú á meg, bara tí at eg sá teg undir fikutrænum? Tú skalt síggja tað, sum er størri enn hetta,“ segði Jesus og legði aftrat: „Sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu síggja Himmalin opnan, og einglar Guds stíga upp og niður yvir meg, Menniskjusonin.“


Jóh. 1,35-51

19.s.e. tríeindardag
Nýggi Sáttmálin 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen