Lurta
Avdúkingin
09.10.2018

Soleiðis sum Avdúkingin (Opinberingin) er skrivað, minnir hon nógv um teir tekstir, sum eru skrivaðir nøkur hundrað ár, áðrenn Jesus varð føddur. Hesir tekstir verða onkuntíð kallaðir apokalyptiskir. Tað merkir, at tekstirnir serliga eru um heimsins enda og tíðina bæði fyri og eftir tað. Avdúkingin vísir fleiri ferðir aftur til Gamla Sáttmálan.


Tað er lærusveinurin Jóannes, sum hevur skrivað onkuntíð seint í 1. øld e. Kr. Hann er á oynni Patmos, vestanfyri núverandi Turkaland, tá hann fær fleiri sjónir frá Gudi. Av tí at tað kann vera trupult at siga, hvat allar sjónirnar hava at týða, kann Avdúkingin eisini vera trupul at skilja. Í høvuðsheitum ber tó til at siga, at hesar sjónir eru um stríðið millum Gud og Djevulin, um Jesu afturkomu og heimsins enda.


Skrivað verður um forfylgingar og truplar tíðir fyri tey kristnu, men eisini um, hvussu Jesus er sigursharri yvir øllum. Skrivað verður tí um, at Jesus skal koma aftur, og við sær hevur hann lønina til øll menniskju. Uppreisn til ævigt lív fyri tey, ið trúgva á Jesus, og uppreisn til æviga glatan fyri tey, sum ikki hava trúð á Jesus.


Avdúkingin lívgar um tey kristnu, soleiðis at tey varðveita trúnna og ikki missa mótið, tá ið tey verða forfylgd fyri kristnu trúnna.


Tey kunnu hyggja fram ímóti, at Gud ger ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð, har sorg, deyði, pína og tár eru burtur, og har Gud er saman við menniskjunum. Gud hevur, heilt frá tí at Ádam og Eva gjørdu ímóti Guds vilja, havt eina ætlan at fáa alt í lagi aftur. Í Avdúkingini síggja vit hesa ætlan henda.

 

Nýggi Sáttmálin

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen