Lurta
Spennandi útgáva til øll børn!
11.10.2018

Útgávan er ein listarlig myndabók, ið er ætlað børnum í ymsum aldri. Hvør opna lýsir eitt evni úr Bíbliuni við eini stórari mynd, ið er samansett av fleiri myndum. Her kunna foreldur og børn saman leita eftir brotmyndum í myndameldrinum – tí nevna vit bókina Meldurbíblian.


Forlagið “Bókin” hjá Føroyska Bíbliufelagnum gevur Meldurbíbliuna út í samstarvi við Danska Bíbliufelagið, sum hevur prentað bókina á grønlendskum og donskum.


Meldurbíblian er at fáa í bókasølum kring landið og kostar 169,- kr.


Nærri kunning fæst við at venda sær til aðalskrivaran hjá Bíbliufelagnum, Gunnar K. Nattestad á tlf. 787826.