Næmingar gjørt uppskot til Bíbliulesiapp
15.10.2018

Fríggjadagin høvdu tær tríggjar Katrina Vang, Anna Lise Kærsgård og Bodil á Boðanesi, framløgu av síni 9. floks verkætlan. Tær hava gjørt eina bíbliulesiapp, sum er ein ljóðbók, har man m. a. kann hoyra brot úr Nýggja Sáttmálanum og fáa eitt bíbliuorð til dagin.

 

Aðalskrivarin hjá Bíbliufelagnum var boðin at koma at síggja framløguna, og sigast skal, at tað kláraðu tær sera væl.

 

Appin er snotulig og løtt at brúka, og við eini QR kotu ber til at taka mynd av kotuni, og síðan verður appin læstað niður av netinum. Upplesturin av bíbilska tekstinum hava tær sjálvar upptikið og hava fingið eina gentu og ein drong á skúlanum at lesa. Aðrir næmingar og lærarar hava hjálpt til við framleiðslu og upptøkum.

 

Til verkætlanina sjálva vóru bert nøkur brot úr Nýggja Sáttmálanum upptikin, tí í alt tekur tað uml. 17 tímar at taka alt upp. Men møguleiki er at taka alt upp og leggja aftrat seinni.

 

Grundin til, at tær fóru í holt við appina, var, at tær ynsktu at hjálpa fólki at læra Bíbliuna og Gud betur at kenna. Umframt er hetta eisini ein stór hjálp hjá teimum, sum eru blind, orðblind, ella ikki orka so væl at lesa.

 

Fleiri hava m. a. eisini sagt, at tey kundu hugsað sær at lurta, meðan tey koyra bil Katrina, Anna og Bodil hava eisini gjørt eina kanning av lesivanunum hjá næmingunum í Fuglafjarðar skúla. Kanningin vísti, m.a. at 67,5 % av næmingunum ynsktu ay fáa eina app við upplestri av Bíbliuni, og at 52 % av næmingunum lesa í Bíbliuni meira og minni.

 

Føroyska Bíbliufelagið fegnast um, at næmingar vísa áhuga fyri bíbliulestri og vónar at kunna taka hetta uppskotið til sín, so at føroyingar fáa betri atgongd til upplestur av Bíbliuni.

 

Appin eitur FSH (Faðir, Sonur og Heilagur Andi).

 

Sí fleiri myndir her...

 

Gunnar K Nattestad
aðalskrivari.