Hann hevur sagt mær alt
20.10.2018

Jesus segði við teir: „Mín matur er at gera Guds vilja, og hann hevur sent meg at gera arbeiðið liðugt.“


Og hann helt fram: „Siga tit ikki: ‘Enn eru fýra mánaðir, til heystið kemur;’ men eg sigi tykkum: Hyggið og síggið akrarnar, teir eru búnir til skurðar.


Tann, ið heystar, fær løn, tí hann heystar hitt æviga lívið. Tann, sum sáar, og tann, sum heystar, kunnu gleðast í felag. Tað er satt, sum orðtakið sigur: Ein sáar, annar heystar. Eg sendi tykkum út at heysta tað, tit ikki hava sáað. Onnur hava longu arbeitt fyri tykkum, og tit skulu halda fram í arbeiði teirra.“


Nógvir av samariubúgvunum í býnum byrjaðu at trúgva á hann vegna tað, kvinnan hevði sagt: „Hann hevur sagt mær alt, sum eg havi gjørt.“


Og tá ið tey komu út til hansara, bóðu tey hann um at steðga hjá teimum, og hann varð har í tveir dagar.


Nógv fleiri byrjaðu at trúgva á hann vegna tað, hann segði. „Nú trúgva vit ikki bara av tí, sum tú segði okkum,“ søgdu tey við kvinnuna. „Men nú hava vit sjálv hoyrt hann, og vit vita, at hann av sonnum er frelsari heimsins.“


Jóh. 4,34-42
Nýggi Sáttmálin

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen