Lurta
Brævið til hebreararnar
24.10.2018

Ikki ber til at siga við vissu, hvør hevur skrivað brævið, og heldur ikki hvørjum brævið er ætlað. Í 2. kapitli, versini 3-4 verður skrivað, at frelsan varð fyrst boðað av Kristi og síðan staðfest av okkum og teimum, sum hoyrdu tað, hann segði. Brævið er tí helst skrivað av einum starvsfelaga hjá teimum 12.


Nógv bendir á, at brævið er skrivað til kristnar jødar, men tað er eisini møguligt, at øll kristin enn kendu seg sum part av jødadóminum, tá ið brævið varð skrivað. Innihaldsliga minnir brævið ikki so nógv um eitt vanligt bræv, men er meira sum ein prædika ella ritgerð við kristnu læruni. Byrjað verður við læruni um Jesus sum Guds Son, sum var við í skapanini, og tí er týdningarmeiri enn bæði einglarnir og Móses.


Teksturin er á tremur við endurgevingum úr Gamla Sáttmálanum. Jesus verður lýstur sum høvuðsprestur. Hann gjørdist menniskja og kann tí liva seg inn í mannalívið. Men nú er hann høvuðsprestur í tí himmalska halgidóminum, sum tað jødiska templið bara er ein spegilsmynd av. Tað er trúnna á hann, ið tey kristnu skulu halda fast um.


Nú er støðan hon, at tey kristnu hava tørv á meira frálæru í kristnu trúnni. Guds lyfti um frelsu til jødiska fólkið er enn ikki gingið út. Hetta tí tað fyrst eigur at ganga út fyri tey, sum trúgva á Krist. Hann er høvuðsprestur fyri tí Nýggja Sáttmálanum millum Gud og menniskju, sum er betri enn hin gamli. Í Gamla Sáttmálanum skuldu menniskju ofra til Guds, men nú hevur Jesus ofrað seg sjálvan, eina ferð fyri allar, og tað er í trúnni á hann, at eitt menniskja verður frelst.


Trúgv á Gud er full sannføring um, at tað, vit vóna, verður veruleiki. Her vísir brævið á fleiri dømi úr Gamla Sáttmálanum. Um tey kristnu trúgva á sama hátt, skulu tey ikki missa mótið, hóast alla ta mótgongd, ið kann koma á tey.


Møguliga er Brævið til hebreararnar skrivað, av tí at nøkur kenna seg drigin tættari at jødisku trúnni. Í øllum førum verður ávarað ímóti vandanum at missa trúnna á Jesus og fara burtur úr kirkjuni.


Nýggi Sáttmálin

 

______________________________________________________________________________________________________________________________________________
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen