Hvør er størstur í Guds ríki?
27.10.2018

Í somu stund komu lærusveinarnir og spurdu Jesus: „Hvør er tá størstur í Guds ríki?“ Jesus kallaði eitt barn til sín, setti tað mitt ímillum lærusveinarnar og segði: „Lurtið eftir mær! Um tit ikki venda um og vera eins og børn, koma tit als ikki inn í Guds ríki. Tann, sum setir seg sjálvan lágt, eins og hetta barnið, hann er størstur í Guds ríki. Tekur onkur ímóti einum slíkum barni í mínum navni, so tekur hann ímóti mær.


Men neyðars tann, sum fær eitt av hesum smáu, ið trúgva á meg, at missa trúnna. Betri hevði verið honum at fingið ein mylnustein bundnan um hálsin og verið søktur í havið. Bannað veri tey, ið draga menniskju burtur frá Gudi. Tað slepst ikki undan, at nøkur missa trúnna, men bannað veri tey, ið fáa tey til tað.


Um hond tín ella fótur tín freistar teg, tá høgg tey av og kasta tey frá tær, tí tað er betri at ganga við øðrum fóti og aðrari hond inn til lívið enn at verða kastaður í Helvitis eld við báðum hondum og báðum fótum. Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út og blaka tað frá tær, tí tað er betri at ganga bara við einum eyga inn til æviga lívið enn at verða blakaður í Helviti við báðum eygunum.


Ansið eftir, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu. Minnist til, at tey hava einglar í himlinum, sum standa andlit til andlits við Pápa mín. Eg, Menniskjusonurin, eri komin at frelsa tey, sum burturfarin eru.


Um ein maður eigur 100 seyðir, og ein av teimum er burturvilstur, hvat halda tit, hann ger? Man hann ikki fara frá teimum 99 í haganum og leita eftir tí burturvilsta? Um hann finnur hann, so, sigi eg tykkum, at hann gleðist meira um tann eina seyðin enn um teir 99, sum ikki vóru vilstir. Soleiðis vil Pápi tykkara á himli ikki, at eitt einasta av tykkum skal farast.

 

Matt. 18,1-14
Nýggi Sáttmálin