Tit eru salt og ljós
03.11.2018

Tit eru salt jarðarinnar. Men missir saltið sín smakk, hvat kann tað so verða brúkt til? Tað dugir ikki til annað enn at blaka burtur.


Tit eru ljós heimsins. Ein bygd á einum fjalli kann ikki verða fjald.


Heldur ikki tendra vit eina lampu og seta hana undir eina krukku, vit seta hana, so øll, sum inni eru, kunnu síggja hana.


Soleiðis skulu tit lýsa fyri øllum menniskjum, so tey kunnu síggja góðgerðir tykkara og takka pápa tykkara, sum er í himli.

 

Matt. 5,13-16
                                                                             Nýggi Sáttmálin