Pápi mín elskar meg
10.11.2018

Men Jesus segði við teir: „Pápi mín arbeiðir altíð, og tað sama geri eg.“ Hetta svarið gjørdi, at jødarnir vórðu enn meira hugaðir at drepa hann. Eitt var tað, at hann ikki legði í sabbatin, men nú kallaði hann harafturat Gud Pápa sín, og soleiðis gjørdi hann seg sjálvan til Gud.


Jesus segði við tey: „Hoyr meg. Sonurin kann einki gera av sær sjálvum; eg geri bara tað, sum eg síggi Pápa mín gera, og tað, sum hann ger, geri eg eisini.


Pápi mín elskar meg, og hann vísir mær alt tað, sum hann sjálvur ger. Hann skal vísa mær størri gerðir enn hesar, og tit fara at undrast. Tí at eins og Pápi mín vekur upp deyð og gevur teimum lívið aftur, soleiðis gevi eg eisini teimum lívið aftur, sum eg vil.


Pápi mín dømir ongan, men hann hevur givið mær allan dómin, so at øll skulu vísa mær virðing, eins og tey vísa Pápa mínum virðing. Vísir ein ikki mær virðing, so vísir ein heldur ikki Pápa mínum virðing, tí hann hevur sent meg.


Tann, sum hoyrir tað, sum eg sigi, og trýr á hann, sum hevur sent meg, hevur ævigt lív. Tann verður ikki dømdur, tí tann hevur stigið yvir um frá deyðanum til lívið.


Hoyrið meg: Tann løta kemur, ja, hon er longu komin, tá ið tey deyðu skulu hoyra mína rødd, og tey, sum hoyra hana, skulu liva. Tí lívið kemur frá Pápa mínum, og hann hevur syrgt fyri, at eg kann geva tað víðari. Og hann hevur givið mær vald at halda dóm, tí eg eri Menniskjusonurin.


Undrist ikki á hetta, tí tann løta kemur, tá ið tey deyðu hoyra rødd mína og koma úr sínum grøvum. Tey, sum hava gjørt gott, rísa upp fyri at liva, og tey, sum hava gjørt ónt, rísa upp fyri at verða revsað.


Jóh. 5,17-29
Nýggi Sáttmálin