Jóannesar frásøga um Jesus
14.11.2018

Endamálið við Jóannesar frásøgu um Jesus sæst týðiliga í kapitli 20, vers 30 og 31. Her verður nevniliga sagt, at Jesus gjørdi fleiri tekin enn tey, ið høvundurin hevur valt at siga frá. Endamálið við frásøguni er ikki at siga alt, men at siga frá, soleiðis at lesarar kunnu koma til trúgv á, at Jesus er Kristus (Messias), og harvið eisini fáa lut í æviga lívinum.


Av hesum sama ber til at siga, at Jóannesar frásøga um Jesus fyrst og fremst er trúboðandi. Í øðrum lagi, at vit við lesnaðinum fáa at síggja, hvør Jesus er. Og í triðja lagi ber til at siga, at frásøgan helst er skrivað til jødar, tá ið nú høvundurin ger so nógv burtur úr at lýsa Jesus sum Messias.


Heilt frá byrjanini av frásøguni er tað tí eingin ivi um, at tað er Gud, sum er komin í heimin við Jesusi. Tað, Jesus sigur, sigur Gud. Tí Jesus er Gud. Frásøgan leggur dent á, at tað er við Jesusi, at Gud vísir seg og kemur til orðanna.


Teksturin hevur ein øðrvísi bygnað enn hinar frásøgurnar um Jesus. Eisini er talan um annað tilfar enn í hinum frásagnunum. Langar talur, samtalur og myndir fylla nógv í frásøguni. Hetta sæst serliga væl í teimum gerandisligu „eg eri“ orðunum: Jesus er lívsins breyð, hin góði hirðin og heimsins ljós.


Í Jóannesar frásøgu um Jesus hoyra vit um Guds Anda, Heilaga Andan, sum syrgir fyri, at tey kristnu altíð verða mint á Jesu orð og lata seg leiða av teimum, eisini um umstøður broytast. Hetta síggja vit best í Jesu skilnaðarrøðum fyri lærusveinunum (kapitlarnir 13-17).


Í pínslusøguni hjá Jesusi og deyða hansara verður Jesus ikki bara lýstur sum eitt offur, men eisini sum virksamur. Tað er Jesus, sum hevur vald og tí eisini avger sjálvur. Onga aðra staðni sæst Guds kærleiki eins væl og í viljanum at ofra sítt lív fyri onnur.


Lærusveinurin, sum í Jóannesar frásøgu um Jesus er „tann lærusveinurin, sum Jesus elskaði mest“ (kapittul 13,23), verður mettur at vera høvundurin. Tað er nógv, sum bendir á, og kirkjusøgan hevur í stóran mun hildið fast um, at tað er sendiboðið Jóannes, sum er maðurin aftan fyri frásøguna, og at hon kanska er skrivað um ár 90 e. Kr.


Nýggi Sáttmálin
Nýggja Testamenti á gerandismáli