Nýggj bíblia tekur støði í jødiskari mentan
16.11.2018

Ísraelska bíbliufelagið fer, í samstarvi við ein ísraelskan listamann, at geva út nýggja familjubíbliu við heitinum “Jerusalem Illustrated Bible”. Henda bíblia skal endurreisa jødiska arvin úr skriftini.


– Vit liva í eini tíð, har tað fyri fyrstu ferð síðani á Jesu døgum eru heilar familjur, sum eru messianskir jødar (t.e. sum trúgva á Yeshua = Jesus úr Nasaret) – enntá eisini í øðrum og triðja ættarliði, sigur Victor Kalisher, sum er stjóri í Ísraelska bíbliufelagnum.


– Tær flestu bíbilsku myndprýðingarnar eru fremmandar fyri jødisku mentanini, og tí heldur ikki autentiskar. Hetta setur sjálvandi størri mørk millum jødar og kristin. Tað sama er galdandi fyri tey jødisku nøvnini í Nýggja Testamenti. Til dømis hevur Yeshua broytt seg til Jesus, Miriam til Maria og YHVH er enntá broytt til Harrin. Og ikki at gloyma navnið Jákup í staðin fyri Yaacov, sigur Victor Kalisher.


Hann greiðir frá, at í hesi útgávuni av Bíbliuni eru myndirnar autentiskar í mun til røturnar í Skriftini, og so eru tær mentanarliga viðkomandi fyri jødarnar.


– Mál okkara er at eggja messiansku rørsluni kring heimin, og at vælsigna trúgvandi við ymsum kristnum bakstøði við eini bíbliu, sum hevur autentiskar og vakrar myndir, sum hóska til jødiska fólkið og tann jødiska samanhangin, sigur hann.


– Hebraiski og enski teksturin standa lið um lið í nýggju útgávuni, av tí at meirilutin av messiansku jødunum framvegis býr uttanfyri Ísrael. Vit vilja nevniliga fegin hava tey til at kenna seg bundin at sínum jødisk-hebraisku røtum.


Allar tær nýggju myndirnar hevur Elhanan ben-Avraham gjørt. Hann býr í Tzur Hadassah. Hann er messianskur listamaður, sum í 40 ár hevur búð í Ísrael og hevur skapað nógva list.


– Eg setti meg afturá fyri sálarliga at kanna ta bíbilsku list, sum eg havi gjørt, síðani eg kom til Ísraels at búgva í 1979. Tað undraði meg, at eg hevði teknað og málað so nógv ymisk verk, grundað á so mangar bíbilskar søgur, at tað var nóg mikið til at myndprýða eina heila bíbliu, sigur Elhanan.
Victor roknar við, at Bíblian verður prentað í ár ella fyrst í 2019.


– Vit vænta og biðja eftir, at henda bíblian fer at vera til signingar fyri mong menniskju í øllum aldri og familjur, og til at stuðla tey í trúnni og geva teimum størri vitan um, hvør Gud er, sigur hann.


Hann leggur afturat, at bíbliufelagnum í Ísrael tørvar fíggjarligan stuðul, og tey vóna, at einstaklingar og felagsskapir vilja stuðla teimum í hesi verkætlanini.


Kelda: www.trubodin.fo
Mynd: firm.org.il