Lurta
Eldur og svávul av himli
17.11.2018

Ein dagin spurdu fariseararnir Jesus, nær Guds ríki fór at koma. Jesus svaraði teimum: „Guds ríki kemur ikki soleiðis, at vit síggja tað ella kunnu nema við tað. Tað ber ikki til at siga: „Her er tað, ella har er tað.“ Guds ríki er longu tykkara millum.“


So segði hann við lærusveinarnar: „Dagar munnu koma, tá ið tit ynskja eftir at síggja Menniskjusonin, men tit síggja hann ikki. Tey fara at siga: „Hann er her, og nei, hann er har,“ men tit skulu ikki fara hagar. Tann dagin, eg komi aftur, verður tað so bjart og ljóst eins og snarljósið, ið lýsir allan himmalin upp. Men fyrst eigi eg at líða nógv og verða vrakaður av mínum egna fólki.


Tað verður eins og á døgum Nóa. Tey ótu og drukku og giftust líka til tann dagin, Nóa fór inn í ørkina, og syndaflóðin kom og týndi øll. Á sama hátt var á døgum Lots. Tey ótu og drukku, tey keyptu og seldu, plantaðu og bygdu inntil tann dag, Lot fór út úr Sodoma. So regnaði við eldi og svávuli niður av himli, og tey vórðu øll týnd.


Soleiðis verður eisini, tá ið eg, Menniskjusonurin, komi aftur. Tann, sum tá er staddur uppi á takinum, skal ikki fara niður eftir nøkrum. Og tann, sum er staddur úti í bønum, skal ikki venda heim aftur.


Minnist til, hvat hendi konu Lots. Tann, sum roynir at bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, sum missir tað, skal fáa tað aftur.


Luk. 17,20-33
Nýggi Sáttmálin