Jákups bræv
22.11.2018

Brævið er ikki sent ávísum kirkjum, men vendir sær til øll kristin. Tað líkist ikki einum vanligum brævi, men er heldur ein røð av áminningum, eggjanum og ávaringum ætlað øllum kristnum.


Brævið leiðbeinir lesaran, hvussu ein kristin eigur at liva. Dentur verður lagdur á, at hjá einum kristnum fylgjast trúgv og gerðir, tí at tað er ein villleiðing at hugsa sær trúgv uttan gerðir.

 

Jákups bræv umrøður eisini spurningin um fátækradømi og ríkidømi. Brævið verjir tann fátæka og tekur frástøðu frá mannamuni. Eisini lýsir brævið, hvussu nógv vald liggur í okkara orðum, bæði í at banna og at vælsigna. Hetta krevur, at ein vandar sær um orðini. Tað er eisini við orðum, at ein kann biðja til Guds og við tolni bíða eftir hansara hjálp.

 

Tað er helst Jákup, beiggi Jesu, sum hevur skrivað brævið. Sami Jákup talar í 15. kapitli í Stovningini, versini 13-21, og har kenna vit nógv av tí aftur, sum hann sigur í brævinum.


Brævið er kanska skrivað onkuntíð ímillum ár 40 og 50 e. Kr.


Nýggi Sáttmálin
Nýggja Testamenti á gerandismáli