Hvílið tykkum hjá mær
24.11.2018

Síðan segði Jesus: „Pápi, tú ert Harri yvir himli og jørð. Takk, at tú hevur fjalt hetta fyri vitugum og klókum og avdúkað tað fyri teimum barnsligu. Soleiðis vilt tú hava tað at vera.


Alt havi eg fingið frá Pápa mínum. Eingin kennir Sonin uttan Pápin, og ei heldur kennir nakar Pápan uttan Sonurin og teimum hann gevur innlit, sum vita, hvør Pápin er.

 

Komið, øll sum stríðast við arbeiði og eru tyngd av stúran. Hvílið tykkum hjá mær.


Takið byrðu mína á herðar tykkara og lærið av mær, tí eg eri tolin og eyðmjúkur, so fáa tit sálarfrið.


Byrða mín er góð, og hon er løtt at bera.“


Matt. 11,25-30
Nýggi Sáttmálin