Myndugleikarnir í Algeria steingja kirkjur
27.11.2018

Kristin í Algeria møtast í loyndum, tí hjá teimum er hvørja ferð vandin stórur, tá ið tey opið og ærliga koma saman at játta kristnitrúnna. Eingin veit í dag við vissu hvussu mong kristin eru í Algeria; men bíbliueftirspurningurin er stórur.


Fólk frá politinum møta uttan ávaringar upp og boða frá um, at reglurnar ikki verða hildnar. Tá ið leiðsla kirkjunnar søkir um loyvi at opna kirkjurnar, verður hetta avlýst. Lokala Bibliufelagið merkir trýstið. Brádliga eru hægri skattur lagdur á Bíbliuna og eyka avmarkingar.

 

Eg havi seinasta árið av og á havt samband við leiðaran fyri Bíbliufelagið, Ali Khidri, ið sjálvur hevur verið hildin aftur av politinum. Støðan gerst alsamt verri og verri: “Ein prestur varð fyri stuttum dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava býtt út 3 Bíbliur. Sjálvur var hann ikki staddur í rættarhølinum.”


Fólk í túsundatali eru einsamøll í kristna stríðnum


Nógvir muslimar síggja gudstænastur og aðrar bíbilskar sendingar frá kristnu TV-støðini SAT-7. Hesar sendingar gera, at fólk verða forvitin. Eingin veit við vissu, hvussu mong kristin, eru í Algeria í dag. Fólk, ið skifta trúgv, fara varisliga um hurðarnar. Hesi eru bangin fyri at missa arbeiðið, um trúgvin verður kend og festir røtur. Ofta góðtekur familjan nýggju trúnna, men bara, um hon verður innan familjunnar fýra veggir.


Fólk í túsundatali eru einsamøll ella møtast loyniliga í privatum heimum saman við øðrum kristnum. Nakrar kvinnur fáa loyvi frá monnum sínum at fara í kirkju. Tær kemba hárið og beina burtur turriklæðið, beinan vegin tey koma í kirkju, sum tekin um kristna frælsið.


Í Algeria eru familjur, ið hava kristnar røtur. Flestu teirra hava verið muslimar og hava skift til kristnu trúnna. Tað kann vera ein av frágreiðingunum um, at trýstið móti teimum kristnu bara økist. “í hesum árum er bíbliueftirspurningurin í kirkjunum stórur.

 

Nógvir muslimar skifta yvir til kristnu trúnna. Hetta rørir ikki myndugleikarnar.” Sigur Ali Khidri. Hann hevur í mong ár farið stillisliga fram í verki sínum, men framgongdin, ja, kanska eisini aldurin ger, at hann hevur gott mót at ferðast í ymiskum londum, harímillum í USA og Evropa til tess at fáa stjórnir at varnast menningina. Hansara ferðing er tó avmarkað. Tað er ikki altíð, hann fær ferðavisum, og tað er ógvuliga trupult hjá øðrum, ið vilja samarbeiða at sleppa inn í Algeria.


Fokus um trúarfrælsi


“Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at fokus verður sett á avmarkingarnar um trúarfrælsi. Myndugleikarnir steðga ikki uttan nakað at steingja kirkjur.” Tað er almikil eftirspurningur um at fáa fatur á eini Bíbliu. Tað er ógvuliga torført; men tó ikki ógjørligt at finna nýggjar hættir at fáa Bíbliur inn í Algeria. Við tí medvirkandi fjøld av fólki og sjálvbodnum, ber tað til. Ofta verða eygu opnað fyri kristnutrúnni, tá ið lisið verður úr Nýggja Testamenti fyri teimum. Tað hendi t.d. Mehdi, sum tú kanst lesa um her. Eg møtti honum á einum staði í heiminum, har vit í friði og náðum fingu prátað saman frítt.


Myndin: Katedralurin í Algeria.

Kelda: Danska Bíbliufelagið/Synne Garff.
Henry Debes Joensen, týddi.