Lurta
Nýggj Bíbliulesiætlan
29.11.2018

Nú er nýggja bíbliulesiætlanin fyri 2018/19 komin. Hon verður send runt landið til allar kirkjur og fleiri fríkirkjur og samkomur. Bíbliulesiætlanin byrjar fyrsta sunnudag í advent, sum er nú sunnudagin.


Hví brúka bíbliulesiætlan?


Dagliga kann tað vera trupult at fáa lisið í Bíbliuni, men við eini bíbliulesiætlan, kann tað falla lættari. Lesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum. Endamálið er at geva fólki amboð til skipaðan lestur av bíbliuni.


Hvussu dámar tær best at lesa Bíbliuna?


Tað stendur øllum frítt at lesa sum teimum dáma og rúm er fyri øllum. Summi lesa einsamøll, onnur saman. Summi frá byrjan til enda, onnur í brotum. Í øllum førum kann bíbliulestur vera ein kelda til íblástur í tungum sum góðum døgum.


Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: gunnar@biblia.fo

 

Bíbliulesiætlanin kann eisini lesast og takast niður her...