Leiðin til Betlehems sum borðspæl
30.11.2018

Kundi tú hugsað tær ein eyka jóla- ella klassahugna í desember mánaði? Her er eitt sera gott hugskot, ið kann veita serstakan jólahugna bæði hjá børnum, ungum og eldri við.


Hetta snýr seg um eina fólkateljing, ið einaferð varð gjørd um allan tann tákenda heimin. Maria og Jóset fóru ta longu leiðina úr bygd sínari, Nazaret, til Betlehems, ið liggur mangar kilometrar burturi.


Nakrar forðingar gjørdi teimum leiðina torføra. Hvør er fyrst/ur at leiða Mariu og Jósef trygt til staðin Betlehem!


Hetta borðspæl er ætlað teimum 6 til 10 ára gomlu.


Tak niður PDF–fíli her (prentað í A-3 ella A–4 stødd).