Lurta
Sí kongur tín til tín kemur
01.12.2018

Tá ið teir nærkaðust Jerusalem og vóru komnir til Betfage við Oljufjallið, sendi Jesus tveir lærusveinar undan og segði við teir: „Farið tit inn í bygdina her frammanfyri. Tá ið tit koma hagar, síggja tit eitt esil standa bundið saman við fyli sínum. Loysið tey og leiðið mær tey higar. Um onkur sigur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at tað er harri tykkara, sum skal brúka tey, og at hann verður skjótur aftur við teimum.“


Soleiðis gekk tað út, sum, Gud hevði sagt, skuldi henda. Hjá profetinum lesa vit:

 

Sig við Jerusalem:
sí kongur tín til tín kemur.
Eyðmjúkur hann ríður á einum esli,
ja, á esilsfyli.

 

Lærusveinarnir fóru og gjørdu, sum Jesus hevði biðið teir. Teir fóru eftir eslinum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og Jesus setti seg á tað.


Mong, sum fylgdu teimum, løgdu klæði síni á vegin, og summi brutu greinar av trøunum og løgdu tær á vegin. Summi gingu framman fyri og onnur aftan fyri Jesus, og tey róptu øll og søgdu:

 

„Hosianna.
Gud vælsigni son Dávid kongs.
Hann kemur í Harrans navni.
Hosianna í hægsta himli!“


Matt. 21,1-9
Nýggi Sáttmálin