Lurta
Blóðvitnisdeyði pápa míns setti Rashin í eina valstøðu
03.12.2018

Rashin úr Iran sigur frá síni stóru órógv á einum sjónbandi herfyri: “Eg bíðaði eftir pápa mínum. Hann hevði sagt, áðrenn hann fór, at hann skuldi vera skjótur aftur. Hann segði eisini, áðrenn hann fór, at eg skuldi hava teið klárt til hann kom aftur. Men hann kom ongantíð aftur.”


Pápi Rashin varð hongdur fyri kristnu tænastu sína í Iran. Hon sigur: “Eg hugsaði við mær sjálvari, at hetta kom eg ikki frá við lívinum, faðirleys.”


“Eg mátti velja at fylgja Jesusi, eins og pápi hevði,” sigur Rashin.


Hon valdi at skriva bíbliuvers niður í hondina, sum hon rætti bygdarfólki sínum í Mashad, nú ið hon ongan møguleika hevði at fáa fatur á einum einasta Nýggja Testamenti, sum hon kundi bíta út til fólk, hon møtti.


Tú kanst saman við teimum djørvu og atsøktu kristnu, rætta teimum eitt Nýggja Testamenti – sum hesi geva menniskjum, ið leingjast eftir at lesa um kærleika Guds. Tað kostar einans 40 kr. at tryggja sær, at eitt eintak av Nýggja Testamenti verður smuglað inn í landið, Iran ella grannalondini, har iranar eisini búgva.

 

Sí video niðanfyri...

 

Kelda: forfulgtekristne.dk
Henry D. Joensen, týddi


TYGUM KUNNU FLYTA PENING Á HESAR KONTUR HJÁ BÍBLIUFELAGNUM:
- BankNordik konta nr. 6460 3828737
- Eik Banki konta nr. 9181 3807772
- Norðoya Sparikassi konta nr. 9865 9926466
- Suðuroyar Sparikassi konta nr. 9870 9929920618

 

Merkið flytingina “Bíbliur til kristin í Iran.”