Lurta
Les - sum av nýggjum!
05.12.2018

Tá vit lesa, er tað ofta við einum ávísum fordómi. Stundum kann tað føra til, at væntanirnar vinna á lesnaðinum. Tá tað hendir, lesa vit tað vit halda, ístaðin fyri at lesa tað, sum veruliga stendur.


Bíblian er ein bók, ið nógv hava eina meining um. Tí kunna vit stundum vera tikin á bóli, tá vit síggja hvat veruliga stendur. Tað hendir eins væl hjá nýggjum sum royndum lesarum. Til dømis stendur ikki, at tað var eitt súrepli, sum Adam og Eva ótu í Edens hava. Heldur ikki er tað, sum nógv halda, at tað var ein hvalur, sum át Jónas, tá hann rímdi undan Gudi; tað stendur ein fiskur.


Tá vit fylgja Bíbliulesiætlanini, er tað ein góður máti at tryggja sær, at komið verður runt í allari bíbliuni. Vit lesa nógv tað vit kenna, men kanska eisini okkurt, sum vit ikki hava lisið fyrr. Og hóast vit lesa tað vit kenna ella halda okkum kenna, so vísur Heilagi Andin okkum á nýggjar síður.


At Jónas profetur var tríggjar dagar í maganum á fiskinum, er eitt líknilsi um, at Jesus var tríggjar dagar í deyðsríkinum. Ætt eftir ætt hava kent seg aftur í neyðarópi profetsins úr tí djúpa myrkrinum, og líka so nógv hava funnið troyst hjá tí náðiga Gudi, sum bjargaði honum úr myrkrinum. Gud lat eisini ein oljurunn vaksa upp og veita Jónasi skugga fyri tí heitu sólini. Hetta fegnaðist hann um, men ikki hevði hann samkenslu, tá sami Gud spardi fólkini í Nineve, tí tey vendu um frá síni synd.


Ja, soleiðis kunnu vit læra nógv um okkum og okkara menniskjaligu veikleikar, við at lesa hesar aldargomlu søgurnar. Men vit læra sanniliga eisini ein náðifullan Gud at kenna – ein sum hevur samkenslu við okkum, eisini tá vit sjálvi eru orsøk til neyðina.


Sjálvt í Jónasi, einum av minstu bókunum í Bíbliuni, er ein yvirflóð av tilfari at undrast um og at grunda yvir. Tí við Guds livandi Orði og Anda er tað óavmarkað, hvat vit kunna fáa burtur við at lesa bókina yvir øllum øðrum bókum. Jónas profetur og hinir smáu profetarnir eru millum tekstirnar, sum komið verður ígjøgnum í hesi útgávu av Bíbliulesiætlanini.


Bíbliulesiætlanin fyri 2018-19 er fjórða útgáva av fimm, har vit koma ígjøgnum, næstan alla Bíbliuna. Eitt lítið stykki hvønn dag, men sum orðatakið sigur “Mangir løkir smáir, gera stórar áir”, - og í ánni er nógv lív og kraft.


Les meira um Bíbliulesiætlanina her...


Góðan lestrarhug og Guds signing!


Gunnar K Nattestad, aðalskrivari
leysliga umsett eftir Birgitte Stoklund