Lurta
Nýggj Bíbliuumseting ávegis
12.12.2018

Meðan Hans Jacob Joensen var bispur, byrjaði hann at umseta Bíbliuna úr grundmálunum. Mál hansara var at gera eina økumeniska umseting, sum øll kristin í Føroyum kundu semjast um at brúka.


Hetta er sera umfatandi arbeiði, sum betur stundir vóru at røkja, eftir at hann fór frá í 2007. Nýggja Testamenti, sum hann umsetti saman við Kjartan Mørkøre, Jens Vilhelm Danielsen og Dánial á Dul Jacobsen, varð handa Føroyska Bíbliufelagnum 26. mai 2014. Á várið í 2017 var Gamla Testamenti handa og sostætt var komið á mál við hesi megnar verkætlan.


Síðani tá, hevur Fróðskaparsetrið havt Nýggja Testamenti til gjøgnumlestur, meðan onnur hava hugt at Gamla Testamenti. Nú er um at vera klárt at senda út til onnur at hyggja ígjøgnum og koma við viðmerkingum.


Hesin parturin og sjálv útgávan, krevur nógva orku – eisini fíggjarliga. Tí vilja vit biðja tykkum lesarar, um andaligan og fíggjarligan stuðul til fyrstu føroysku umsetingini av allari Bíbliuni í góða hálva øld.


Ynskja tygum at stuðla bíbliuarbeiðinum við peningagávu, kann hetta gerast við at flyta pening á niðanfyri standandi konto:


BankNordik 6460-382.873.7
Betri Banki 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8

 

Minst til at viðmerkja: Gáva.


Hjartans tøkk fyri stuðulin!


Føroyska Bíbliufelagið
www.biblia.fo