Bíbilsku fyrimyndir okkara: Pætur
23.05.2018

Havi alt mítt lív verið hugtikin av Pæturi. Sum yngri dámdi mær væl at hoyra frásagnirnar um tann djarva mannin, ið steig út úr bátinum og fór til gongu eftir vatninum til tess at møta Jesusi.

 

Hitt stóra lyftið hugtók, at um so allir lærusveinarnir vildu svíkja Jesus, so vildi Pætur standa stinnur við lið Meistarans. Vit kenna úrslitið, og hanin gól og segði frá, at Pætur hevði avnoktað Meistaran, tikið dýran til og avnoktað, at hann kendi Jesus. Og so græt Pætur og angraði sína synd.

 

Tey seinnu nógvu árini er ein onnur mynd vorðin myndin av Pæturi. Ein jalig mynd, ið lýsir styrkina í sannari trúgv. Ikki einans tað jaliga, ið vit avrika. Ikki einans føll og mistøk. Tað berandi er trúgvin á Jesus, at játta trúnna á Jesus sum Harra og frelsara.

 

At játta trúnna styrkir og mennir hin einstaka. Vit fáa í játtanini lut í tí æviga, lut í teirri kraft og signing, ið skapar frið í hjarta, sál og sinni, hin æviga friðin, sum hesin heimur ikki kennir.

 

At játta trúnna, styrkir kirkjuliðið, so vit gerast eitt heilagt samfelag og skapa ein griðstað, ið verjir okkum frá tí illa og darvandi. Ein bønarstað, ið lívgar og uggar, so vit gerast livandi steinar í kirkju Jesu Krists.

 

Kirkja Jesus Krists, verður standandi allar ævir. Tað er týdningarmikið, at ein kristin kirkja er partur av Jesu Kristi kirkju. At vit vita og játta á hvønn, vit trúgva.

 

Kristusjáttan Pæturs, er svar uppá spurning Jesu til lærusveinarnar: “Men tit, hvønn siga tit meg vera?”


Pætur svaraði, sannførdur: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds.” (Matt 16,16).

Ikki hold og blóð høvdu sannført Pætur, men ein opinbering, ið var givin av faðiri mínum, segði Jesus.


Pætur gjørdist ein klettur, ið kirkja Guds varð bygd á. Helheimsins portur skuldu ikki fáa vald á henni. Hvør dýrabart er hetta lyftið, trúnni!

Játti saman við Pæturi mína trúgv á Jesus sum Guds son, Harra og frelsara.

 

Jógvan Fríðriksson