Lurta
Jólaheilsan frá Bíbliufelagnum
20.12.2018

Nú stundar til jóla og vit gleða okkum vónandi til hátíðina, ið stendur fyri framman. Hátíðin tá ”Orðið” varð hold og tók búgva okkara millum. Hendan staðfesting sigur, at Jesus frásegði sær síni rættindi og gjørdist ein av okkum. Tí veit hann, hvussu tað er at vera sum eg og tú.


Hann endaði við at fara allan vegin, fyri at bjarga símum skapningi frá ævigum deyða og inn til samfelag og ævigt lív saman við honum. Tí er tað at boðskapurin um hetta Orðið má koma út! Og tað er júst tað sum Føroyska Bíbliufelagið er sett í verðina fyri.


Aftur í ár kunna vit líta aftur um bak við gleði og skoða árið, ið nú nærkast endanum. Nógv er at takka fyri. Fyrst honum sum er ”byrjanin og endin” í øllum, at vit hava fingið náði til at tæna, har vit eru, við teimum gávum og evnum vit hava fingið. Eg hugsi um tykkum, ið veita signing við gávum, forbøn og við at rætta felagnum hond á so mangan hátt. Stóra takk fyri!


Í ár eru vit m.a. glað fyri, at bíbliu orð, greinar og átøk regluliga eru komin út á heimasíðuna og Facebook. Hetta eru vit Ásbjørn Jacobsen sera takksom fyri. Í apríl kom ”Bíblian til øll børn” við myndasøgum úr gamla og nýggja testamenti. Seinna útgávan í ár var Meldurbíblian, sum kom í oktobur og eisini er ein myndabíblia til børn, har myndirnar eru væl størri partur av boðskapinum.


Tað liggur nógv í skjáttuni fyri komandi tíð. Nýggja bíbliutíðingin hjá Hans Jacob Joensen er tað, sum fyllir mest, men eisini nógv annað. M.a. ein bíbliuapp við talu og endurskoðan av Nýggja Sáttmálanum. Tað er okkara bøn at vit brúka okkara orku har hon ger mest mun til tað góða og ikki spilla hana har lítið og einki kemur burturúr.


”Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.” Jesaja kap. 9,6
Alt er okkum givið!

 

Føroyska Bíbliufelagið ynskir tær eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!

 

Vegna Føroyska Bíbliufelagið,

Gunnar K. Nattestad,
aðalskrivari