Nú havi eg við egnu eygum mínum sæð frelsu tína
22.12.2018

Í Jerusalem búði ein maður, sum æt Símeon. Hann trúði á Gud og livdi eftir hansara vilja, og hann væntaði, at jødarnir skuldu verða frelstir. Heilagi Andin hevði talað við hann og sagt, at hann skuldi ikki doyggja, fyrr enn hann hevði sæð Messias.


Tann dagin, Maria og Jósef vóru í templinum í Jerusalem at gera, sum skrivað stóð, leiddi Heilagi Andin Símeon niðan í templið. Tá ið hann sá barnið, tók hann tað í føvningin og takkaði Gudi: „Harri, eg eri tænari tín, og nú kann eg doyggja í friði, sum tú hevur lovað mær. Nú havi eg við egnu eygum mínum sæð frelsu tína, sum tú gevur øllum heimsins fólki. Frelsan verður sum eitt ljós fyri øllum og ein heiður fyri okkum jødar.“


Jósef og Maria undraðust á alt, sum sagt var um sonin. Símeon vælsignaði tey bæði og segði við Mariu: „Hetta barn er sett nógvum í Ísrael til fall og uppreisn. Fólk fara at geva honum mótstøðu, og av tí fer hann at avdúka, hvør hjartans hugsan teirra er. Tú fert sjálv at kenna tað, sum verður tú gjøgnumstungin við svørði.“


Í Jerusalem var eisini ein profetur, sum æt Anna. Hon var dóttir Fanuels, av ættargrein Asers, og hon var gomul, hevði verið gift í 7 ár sum ung, og síðan hevði hon verið einkja og var nú 84 ár. Hon var altíð í templinum, og dag og nátt sýndi hon Gudi kærleika við bøn og føstu. Hon kom eisini og lovaði Gudi og talaði um barnið við øll, sum væntaðu, at Jerusalem skuldi verða frelst.

 

Jósef og Maria gjørdu alt, sum lógin fyriskipaði í sambandi við eina føðing, og fóru so til Nasaret í Galilea. Sonurin vaks og styrknaði og var vitugur, og Gud var við honum.


Luk. 2,25-40
Nýggi Sáttmálin