Gull, roykilsi og myrra
05.01.2019

Jesus var føddur í Betlehem í Judea, tá ið Heródes var kongur. Ein dagin komu nakrir stjørnuspámenn úr eysturlondum til Jerusalem og spurdu: „Hvar er barnið, sum er føtt til at vera kongur hjá jødunum? Vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og nú eru vit komnir at tilbiðja hann.“


Tá ið Heródes kongur hoyrdi hetta, varð hann ógvuliga ræddur, og somuleiðis øll í Jerusalem. Heródes sendi boð eftir øllum høvuðsprestunum og skriftlærdum og spurdi teir: „Hvar verður kongurin føddur, sum Skriftirnar tala um?“ „Í Betlehem í Judea,“ svaraðu teir. „Tað hava vit lisið hjá Mika profeti:


Tú Betlehem í Judea ikki ert tú minsta bygdin í Judea. Frá tær skal koma ein høvdingi, sum skal leiða mítt fólk, Ísrael.“


Heródes kallaði loyniliga stjørnuspámenninar til sín og spurdi teir gjølla, nær teir høvdu sæð stjørnuna. So sendi hann teir av stað til Betlehem og segði við teir: „Farið og finnið barnið. Og tá ið tit hava funnið tað, gevið mær so boð, so eg eisini kann koma og tilbiðja tað.“


Tá ið teir høvdu hoyrt tað, sum kongurin segði, fóru teir avstað. Stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, flutti seg nú á himmalinum undan teimum, og hon steðgaði, tá ið hon var uppi yvir staðnum, har barnið var. Tá ið teir sóu stjørnuna uppi yvir húsinum, vórðu teir ómetaliga glaðir og fóru inn. Her funnu teir barnið saman við Mariu.


Teir løgdu seg á knæ og tilbóðu barnið, lótu upp sínar goymslur og góvu barninum gávurnar, teir høvdu við sær: gull, roykilsi og myrru. Stjørnuspámenninir fingu í dreymi eina ávaring um ikki at fara aftur til Heródesar, og tí fóru teir eina aðra leið heim aftur í land sítt.


Matt, 2,1-12
Nýggi Sáttmálin