Lurta
Tú hevur betri stundir at lesa Bíbliuna, enn tú heldur...
14.01.2019

Mong av okkum halda, at vit, uttan at vita av, nýta ein part av okkara tíð til mangt nyttuleyst. Eini góð ítøkilig ráð: Nýt meiri av tíni tíð í hesum ári til Bíbliulesnað.


Vit hava fyri stuttum stigið inn í 2019. At geva sær góðar stundir saman við Gudi, er eitt gott nýggjárslyfti. Kanska átti tú at hugsað um tær stuttu dagligu løturnar, tær gevast at lisið meira í Bíbliu tíni, ella at skorið fimm minuttir av tíðini, tú nýtir á teimum samfelagsligu miðlunum at lisið í?

 

Í hesi blaðgreinini, forlagið, Crossway, skrivar, stendur: nýtir tú bara tríggjar minuttir dagliga til bíbliulesnað, kanst tú í eitt ár lesa alt Nýggja Testamenti. Ella alla Bíbliuna í eitt ár at lesa 12 minuttur dagliga.


Gev tær stundir at lesa!


Blaðgreinin hevur eitt yvirlit yvir, hvussu langa tíð, tað tekur at lesa hvørja einstaka av Bíbliunnar bókum:


So, um tú heldur, at tú hevur nóg nógva tíð, so ber til at steðga á og lesa Bíbliuna, tær løtur, tær gevast. Tann løtan, er væl nýtt, saman við Bíbliubókini..


Góðan lesihug í 2019! Tú hevur betri stundir at lesa í Bíbliuni, enn tú heldur.


Henry Debes Joensen, týddi
Kelda: Bibellæseringen