Mong av okkum halda, at vit, uttan at vita av, nýta ein part av okkara tíð til mangt nyttuleyst. Eini góð ítøkilig ráð: Nýt meiri av tíni tíð í hesum ári til Bíbliulesnað.
Vit hava fyri stuttum stigið inn í 2019. At geva sær góðar stundir saman við Gudi, er eitt gott nýggjárslyfti. Kanska átti tú at hugsað um tær stuttu dagligu løturnar, tær gevast at lisið meira í Bíbliu tíni, ella at skorið fimm minuttir av tíðini, tú nýtir á teimum samfelagsligu miðlunum at lisið í?
Í hesi blaðgreinini, forlagið, Crossway, skrivar, stendur: nýtir tú bara tríggjar minuttir dagliga til bíbliulesnað, kanst tú í eitt ár lesa alt Nýggja Testamenti. Ella alla Bíbliuna í eitt ár at lesa 12 minuttur dagliga.
Gev tær stundir at lesa!
Blaðgreinin hevur eitt yvirlit yvir, hvussu langa tíð, tað tekur at lesa hvørja einstaka av Bíbliunnar bókum:
So, um tú heldur, at tú hevur nóg nógva tíð, so ber til at steðga á og lesa Bíbliuna, tær løtur, tær gevast. Tann løtan, er væl nýtt, saman við Bíbliubókini..
Góðan lesihug í 2019! Tú hevur betri stundir at lesa í Bíbliuni, enn tú heldur.
Henry Debes Joensen, týddi
Kelda: Bibellæseringen