Lurta
Tólv smáir profetar
23.01.2019

Av teimum 39 bókunum í Gamla Testamenti eru tær 16 profetabøkur,soleiðis at skilja, at tær bera navnið á einum profeti og hava frásagnir um profetsins boðan og virki. Í vavi eru tær rættiliga ymiskar, og fevna frá Óbadiasar Bók við eini einstakari síðu til Jesajasar Bók við 64 síðum.


Vanliga verða profetabøkurnar býttar upp í tær fýra stóru (t.e. fýra tær longstu), sum eru Jesajasar Bók, Jeremiasar Bók, Ezekiels Bók og Dánjals Bók, og so tær hinar12 smáu, sum standa sum tær síðstu 12 skriftirnar í Gamla Testamenti.


Ein profetur í Ísrael er ein persónur, sum boðar Guds vilja fyri høgum og lágum í fólkinum og fyri vinum og fíggindum. Alt eftir umstøðunum hótta teir við dómi og undirgangi ella lova frið og frelsu. Teirra boðan er varðveitt av einum næmingabólki, og viðhaldsfólk hava savnað og varðveitt hana munnliga og seinni samanskrivað frásøgnina. Í fleiri førum er tað gjørt við heldur so lýsingum av tí søguliga samanhanginum, at tað í dag er trupult at tíðarfesta tær umstøður, profeturin talar inn í.


Ein røð av evnum ganga aftur í profetabókunum. Fyrst og fremst verður avgudadyrkanin álopin. Men profetarnir eru atfinningarsamir móti tempultænastuni og virkinum hjá prestunum. At halda offurfyriskipanirnar er ikki nøktandi gudstænasta. Harrans vilji er umsorgan fyri teimum veiku og teimum fremmandu – miskunnsemi fram um slaktoffur.


Ofta verður dómur boðaður fólksins leiðarum, prestunum og teimum ríku fyri at vanrøkja teirra ábyrgd. Kríggj og aðrar vanlukkur verða gjølla lýstar og tulkaðar sum ein væl uppiborin revsing yvir teir. Ein dag fer Gud endaliga at oyða allan óndskap, og friður og rættvísi fara at fylla heimin (í profetabókunum kemur tað til sjóndar í forsøgnini um “Harrans dag”).


Í trongdartíðum eru profetarnir ofta fyltir við troyst og lyftum um bjarging. Dóms- og frelsuboðanin verður hjá fleiri av profetunum (t.d. Sefanja og Zakarias) bundin saman við tankanum um, at dómur og revsing raka meginpartin av Ísraels fólki, meðan frelsa og bjarging fellur einum minni parti av fólkinum í lut. Leivdin av Ísraels fólki fær loyvi at koma heimaftur úr útlegdini og liva í tí komandi friðarríkinum, har øll heimsins fólkasløg fara at savnast um Ísraels Gud.


Í Nýggja Testamenti hava hesar profetabøkur stóran leiklut. Jesus førdi fleiri av hesum evnum víðari í síni boðan, ikki minst boðanina um Guds miskunnsemi móti menniskjunum og kravið um menniskjans miskunnsemi móti hvørjum øðrum: Eisini Jesu boðan um Guds útvaldu er allastaðni at síggja í Nýggja Testamenti væl stuðlað av profetanna boðan.


Bíbliulesiætlanin 2018 - 19