Grøddur við einum orði
26.01.2019

Jesus fór oman av fjallinum, og mong fylgdu honum. Tá kom ein spitalskur maður og fall á knæ niður fyri honum og segði: „Harri, um tú vilt, kanst tú gera meg frískan.“ Jesus rætti hondina fram, nam við hann og segði: „Eg vil, verð frískur.“ Og í somu løtu var hann fullkomiliga frískur.


„Tú mást ikki siga nøkrum frá hesum,“ segði Jesus. „Men far til prestin, hann skal vátta, at tú ert frískur nú. Far síðan við offurgávuni í templið, soleiðis sum ásett er í lógini, tí nú ert tú grøddur. Soleiðis síggja fólk, at tú ert frískur.“


Tá ið Jesus kom inn í Kapernaum, kom ein rómverskur heryvirmaður til hansara og bað hann: „Harri, eg havi ein ungan træl, sum er vorðin lamin. Hann liggur heima og hevur ræðuliga pínu.“ „Eg skal koma og gera hann frískan,“ segði Jesus. Men heryvirmaðurin svaraði: „Eg eri ikki verdur, at tú kemur inn til mín, Harri. Men tú kanst grøða hann bara við einum orði. Eg eri vanur at gera eftir boðum, og eg veit, hvussu tað er at hava fólk undir mær. Sigi eg „Far“ við ein hermann, so fer hann, og sigi eg „Kom“ við ein annan, so kemur hann. Og sigi eg við ein træl, at hann skal gera okkurt fyri meg, so ger hann tað.“


Jesus var ógvuliga bilsin av svarinum, og hann segði við tey, sum vóru til staðar: „Lurtið væl eftir tí, eg sigi. So stóra trúgv havi eg ongantíð sæð sjálvt hjá einum jøda. Í Guds ríki koma fólk úr øllum ættum og sessast til borðs við Ábrahami, Ísaki og Jákupi. Men nøkur av teimum, sum vænta at sleppa við, verða koyrd út í myrkrið uttanfyri, og har verður grátur og tannagrísl.“


So segði hann við heryvirmannin: „Far tú heim. Tað fer at henda, sum tú trýrt.“ Og trælurin var frískur í somu løtu.


Matt. 8, 1-13
Nýggi Sáttmálin