Lurta
Vit ganga burtur
28.01.2023

Hann fór í ein bát, og lærusveinarnir fóru við honum.


Brádliga brast stormur á, og báturin fjaldist av aldunum, men Jesus lá og svav.


Lærusveinarnir vaktu hann. „Hjálp okkum, Harri,“ róptu teir. „Vit ganga burtur!“ „Hví eru tit bangnir?“ spurdi Jesus. „Líta tit ikki á Gud?“


So reistist hann í bátinum og hótti at illveðrinum, og tað varð blikalogn.


Menninir undraðust og spurdu: „Hvør er hesin, at bæði vindur og veður eru honum lýðin?“

 

Matt. 8, 23-27
4.s.e. trettanda
Nýggi Sáttmálin