Lurta
Bíblian stóran týdning hjá flóttarfólki
04.02.2019

Í løtuni er talið á flýggjandi, ið farin eru heimanífrá, 65,6 milliónir.


Umframt tørvin á innivist og tryggleika annars, eru eisini alt fleiri, ið ynskja sær eina Bíbliu.


Ongantíð í søguni kanska, hevur hópurin av flóttarfólki verið so stórur. Í hesi ómenniskjuligu støðu kann Sameinta Bíbliufelagið boða frá stórum Bíbliueftirspurningi:


Í Suðursudan hevur tjóðskaparliga Bíbliufelagið býtt út meir enn 250.000 Bíbliur síðan ósemjan byrjaði í desember 2013, ímóti 6.000 í undanfarna árinum.


Í Ukreina býtti bíbilska tjóðskaparfelagið 190.000 Bíbliur og Bíbliupartar út í 2017. Flestu teirra vóru flóttafólk, særdir hermenn og onnur særd á sjúkrahúsum.


Í Sýria, Libanon, Jordan og Irak, hava Bíbliufeløgini býtt meir enn tvær milliónir Bíbliupartar síðan kríggið rakti hesi landaøki í 2011. Av hesum vóru 350.000 Bíbliur.


Henry D. Joensen, týddi
Kelda: Bibelgaven