Bíbliuumsetingin, eitt heilt lívsverk
07.02.2019

“Á Himni er eingin Bíbliuumseting neyðug”, sigur Belete Lorisso. Tó hevur hann nýtt alt lívið at umseta Guds Orð til sítt egna tungumál. “Fólk gerast fegin, nú ið tey hoyra nýggju umsetingina”, sigur hann.


Belete Lorisso er ein av teimum, ið arbeitt hevur við at umseta Bíbliuna til ‘hadiyya-tungumálið’ síðan byrjan av 1981. Fyrst í 12 ár at týða Nýggja Testamenti til fyrrapartin av 1993. Síðan í heili 17 ár, frá 2001 og til í dag, hvussu arbeitt hevur verið við at umseta Gamla Testamenti. Næsta ár skal umsetingin eftir ætlan vera liðug.


Hann vísir á telduskíggja, hvussu arbeitt verður at skipa nýggju Bíbliuumsetingina.


-Sera áhugavert er at fáast við Bíbliuumsetingina til hadiyya-tungumálið, tí hetta er egna móðurmál mítt.


-Hvussu kennist tað at umseta Bíbliuna til egna móðurmál títt?
-Eg gerist glaður – kenni eina djúpa óskiljandi gleði! Í heili 29 ár av lívi mínum! Fyrst 12 ár til Nýggja Testamenti, og síðan 17 ár til Gamla Testamenti.
-Eg eri sera glaður at hava verið partur av hesum arbeiði, tí hetta er Guds egna verk – tað er ein tænasta fyri Gud! Alt mítt er ogn Guds – bæði kunnleiki, húsfólk mítt, ja, eg sjálvur – alt, er Guds!


Eg møtti Belete Lorisso fyrstu ferð í juni mánaði 2015. Ta ferðina raðfesti hann at hitta gestum frá norska Bíbliufelagnum framum at luttaka í trúlovilsisfagnaðinum dóttur sínar, ið er stórhending í Etiopia. Eg var stórliga gripin av, hvør mikið arbeiði við bíbliuumsetingini hevði at týða fyri hann.


- Arbeiðið at umseta Bíbliuna, er lívsverk títt?
- Ja, sigur hann djúpthugsandi.
- Hvussu gamal vart tú, tá ið tú byrjaði at umseta Bíbliuna?
- Eg var tjúgu fimm ára gamal.
- Hvørjar kenslur bylgjast í tær, nú tú næstan ert liðugur við Gamla Testamenti?
Ynski mítt, er at læra fólk at taka við nýggju Bíbliuumsetingini og nýta hana. Eg fari at undirvísa evangelistum, prestum og kirkjusangarum og eisini at vitja Bíbliuskúlarnar. Nú er stundin komin at læra fólkið at lesa og at nýta Bíbliuna.


Belete Lorisso og hini í umsetingarbólkinum fara av og á at vitja út á kirkjurnar í økinum til tess at lesa upp partar av Bíbliuumsetingini fyri teimum.


- Hvussu taka tey við nýggju umsetingini á teirra egna tungumáli?
- Tey gerast veruliga eydnusæl – ja, hjartans glað! Aftaná, vit høvdu fullført Nýggja Testamenti, fóru vit á ymsar Bíbliuskúlar og kirkjur og lósu bíbliutekstir. Vit lærdu prestar og evangelistar at lesa nýggja tekstin og at undirvísa og boða orðið samsvarandi tekstunum. Fólkið var gripið og glað!


Vit hava eisini fingið nógvar nýggjar sangir á hadiyya-máli, sum nú verða sungnir í kirkjunum. Nýggju Bíbliutekstirnir eru vorðnir eitt stórt ískoyti hjá teimum, ið leiða kirkjusangin.


Sjálvur upplivdi eg, hvussu Hosanna-lyftið hevjaðist og skifti frá amhariskum til lokala hadiyyna-tungumálið. Tey eldru reistust og klappaðu lov í lógva; nústani gekk sangurin at hjørtum teirra.


-Eisini heima í Himmalinum fer hadiyy-málið at ljóða, har menniskju lovsyngja Gudi?
-Tað veit bara Gud einsamallur. Men heima í Himli, er sannføring mín, at øll fara at nýta sama mál. Tað verður kanska bara á einum máli, sum øll fara at skilja, lær hann.


-So, heima í Himli verður als ikki ein nýggj Bíbliuumseting neyðug?
-Nei, har er ikki neyðugt við nakrari Bíbliu, tí har er sjálvur Gud til staðar í egna ríki sínum.

 

Henry D. Joensen, týddi

Kelda: Bibel.no/Hans J. Sagrusten