Lurta
Hveiti og ókrút
09.02.2019

Jesus segði eitt annað líknilsi um Guds ríki: „Ein bóndi sáaði gott korn í veltu sína.


Eina nátt, meðan øll svóvu, kom fíggindin og sáaði ókrút í veltuna og fór avstað. Kornið vaks og setti øks, men ókrútið kom eisini til sjóndar.


Húskallarnir hjá bóndanum skundaðu sær til hansara og spurdu: „Harri, sáaði tú ikki gott korn í veltuni. Hvaðani er ókrútið komið?“ „Tað man vera ein fíggindi, sum hevur sáað tað,“ svaraði bóndin.

 

„Skulu vit ikki fara at lúka tað burtur?“ spurdu húskallarnir. „Nei,“segði bóndin, „fyri at tit ikki skulu slíta hveitina upp við.“ Latið bæði sløgini vaksa saman til heystar. Tá biði eg arbeiðsfólkið savna ókrútið í bundi til at brenna, og síðani kunnu teir savna kornið inn í løðuna.“


Matt. 13,24-30
Nýggi Sáttmálin