Lurta
Lukasar frásøga um Jesus
13.02.2019

Frásøgan er fyrri parturin av stóra verkinum, ið bæði telur Lukasar frásøgu um Jesus og Stovningina.

 

Skal ein dagfesting setast fyri, nær frásøgan er skrivað, so hongur hetta óloysiliga saman við Stovningini. Og her er okkurt, sum bendir á longu áðrenn ár 70 e. Kr.


Tíðliga verður lagdur dentur á, at Jesus er tann, sum kemur við góðum tíðindum til tey fátæku og ynskir at fría tey kúgaðu. Hetta hendir, tá ið Jesus fyrstu ferð talar í synagoguni í heimbygdini Nasaret (kapittul 4, vers 16).

 

Tað er eitt sosialt endamál við tí, sum Jesus sigur og ger, og Lukas hevur serligt eyga fyri Jesu umsorgan fyri teimum, sum eru fátæk, sjúk og veik. Til dømis fylla spurningarnir um ríkidømi og fátækt og Jesu grøðingar av sjúkum og einsamøllum nógv.

 

Lukasar frásøga er eisini serlig á tann hátt, at hendingarnar verða settar inn í søguligt høpi, t.d. við at nevna landshøvdingan og keisaran, tá ið Jesus varð føddur. Eisini kvinnurnar fáa rúmd í hansara frásøgu.


Nøkur av teim kendastu líknilsinum hjá Jesusi eru eisini at finna hjá Lukasi, t.d. søgurnar um hin mista sonin (kapittul 15, versini 11-32) og samariubúgvin, sum hjálpti manninum, ið var vorðin bardur av ránsmonnum (kapittul 10, versini 25-32). Frásøgan um Jesu føðing er at finna í kapitli 2, versini 1-20.


Lukasar frásøga um Jesus er ein lýsing av, hvussu Gud ynskir at frelsa menniskju. Frelsan er byrjað hjá jødunum, men hevur nú fingið sítt endaliga skap við Jesusi sum frelsara og bjargara hjá øllum menniskjum.

 

Nýggi Sáttmálin