Fært tú ilt av, at eg geri nakað gott?
16.02.2019

Nú skulu tit hoyra eitt líknilsi um, hvussu vorðið er í Guds ríki: Ein bóndi, sum átti ein víngarð, fór tíðliga á morgni at leiga sær fólk til arbeiði í víngarðinum.


Hann var samdur við arbeiðsmenninar, at teir skuldu fáa ein denar fyri dagin. Og so sendi hann teir í víngarðin. Um níggjutíðina fór bóndin aftur at leita og fann nakrar arbeiðsmenn, sum stóðu fyri einki á torginum. „Komið tit eisini og arbeiðið í víngarði mínum,“ segði hann við teir, „tit skulu fáa eina góða dagløn.“


So fóru teir í víngarðin. Bæði á middegi og um trítíðina fór bóndin aftur og bað fólk. Og um fimmtíðina fór hann aftur á torgið og fann nakrar, sum gingu fyri einki. „Hví hava tit staðið her allan dagin til onga nyttu?“ spurdi hann. „Tí eingin hevur leigað okkum,“ svaraðu teir. „Tit kunnu eisini arbeiða í víngarði mínum,“ segði bóndin.


Tá ið kvøldið var komið, segði bóndin við formann sín: „Rópa arbeiðsmenninar inn og gev teimum lønina. Byrja við teimum seinastu og enda við teimum fyrstu. So komu teir fram, sum fóru til arbeiðis klokkan fimm, og fingu ein denar hvør. Tá ið teir fyrstu komu, hildu teir seg fara at fáa meira, men fingu eisini ein denar hvør.


Tá ilskaðust teir inn á bóndan. „Teir, sum komu til arbeiðis klokkan fimm, hava bara arbeitt ein tíma. Hví skulu teir fáa líka nógv sum vit, ið hava stríðst og strevast allan dagin í øgiligum hita?“ Bóndin segði: „Vinur mín, eg havi ikki gjørt tær nakran órætt, vóru vit ikki samdir um, at tú skuldi fáa ein denar? Tak tú tín pening og far hiðani. Eg havi valt at geva teimum seinastu tað sama sum tær. Havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil? Ella fært tú ilt av, at eg geri nakað gott?


Jesus endaði líknilsið: Soleiðis skulu tey fyrstu verða seinast og tey seinastu fyrst.“


Matt. 20,1-16
Nýggi Sáttmálin