Dreymurin um egna Bíbliu
20.02.2019

Hjá fátæku Mulenesh Tekele, vaskikonu, er tað at ogna sær sína egnu Bíbliu, bara ein fjarur dreymur.


-Mánaðarlønin er 700 birr (210 Nkr). Húsaleigan 450 birr mánaðarliga, so lítið og einki er til góðar fyri klæði og mat. Ein Bíblia kostar 100 birr – hjá mær er tað heilt ógjørligt at fáa peningin at røkka til eina Bíbliu, sigur 20 ára gamla Mulenesh Tekele.


Hon tænir á einum av fínastu hotellum í heimbýi sínum, Hossana, í Etiopia. Rokna vit lutfallið millum løn hennara og tað, ein Bíblia kostar, eftir norskum viðurskiftum, hevði ein tænastukvinna á norskum hotelli við vanligari løn, skula av við 3.800 Nkr fyri eina vanliga Bíbliu.

 

 

Arbeiðsgenta í Wales
Hjá Bíbliufeløgunum í øllum londum er søgan um Bíbliuna hjá Mary Jones, fyrimyndin.


Unga arbeiðsgentan í Wales hevði í fleiri ár spart sær pening saman at keypa sær sína egnu Bíbliu. Gonguferðin til nærmasta prestagarð, har Bíblur vóru at fáa, var heilar 40 kilometrar. Presturin átti onga eftir, og tí var ferðin hagar, nyttuleys.

 

Les eisini: Søgan um Walesgentuna Mary Jones


Mary Jones fekk tó at enda sína egnu Bíbliu. Tá kostaði ein Bíblia eina heila mánaðarløn. Presturin, sum segði frá hesi hending, gjørdist stovnarin av fyrsta Bíbliufelagnum. Løtan, tey bæði hittust, gjørdi, at hann nú betri dugdi at skilja, hvussu mong, tey vóru, ið ikki á nakran hátt, sjálvi, vóru før fyri at fáa ognað sær sína egnu Bíbliu.
 

Øll lønin til húsaleigu og mat

Mulanesh Tekele var ikki noydd at vera av við eina heila mánaðarløn til tess at ogna sær sína egnu Bíbliu, men hjá henni var hetta at spara saman ein einasta Birr, ógjørlig.


-Alt mær ognaðist, var latið fyri at koma frá tí við lívinum. Einki mátti verða oytt. Øll mánaðarlønin fór fyri húsaleigu og mat, sigur 20 ára gamla við einum syrgnum smíli.


Hon sigur, at hon gjørdist móðurleys fyri 6 árum síðani. Pápi hennara hevði ikki longur ráð at gjalda skúlapening fyri hana. Tí varð hon noydd sjálv at fara út at arbeiða fyri dagin og vegin.


-Tað er ikki nakar gamansleikur hvønn dag at vera til arbeiðis. Eingin er at fáa meg burtur úr hesum aftur. Lívið er tungt og strævið, sigur hon.

 

Kirkjuligur gerandisdagur
Mulenesh Tekele hoyrir til eitt prosetantisk kirkjulið í Hosanna. Gerandisdagurin við tvátti og gólvsóping er henni mangan keðiligur og strævin. Sunnudagurin at koma í kirkju, ber gleði í sær, tá ið eg sleppi at siga frá.


Hvat hevði tú sagt at fingið tína egnu Bíbliu?
- Tað er ynski mítt fram um øll onnur ynski; trúgvin og Bíblian er alt lív mítt, sigur Mulenesh Tekele, áðrenn farið verður undir at tváa marmaragólvini, ið veitir henni síni birr.


Eisini hoyrir við til søguna, at Mulenesh Tekele fekk eina Bíbliu aftaná orðaskiftið. Endrias Kacharo í etiopisk Bíbliufelagnum handaði henni eina vakra Bíbliu. Gleðin lýsti av andliti hennara, tá hon fór leiðina heim við Bíbliuni.


-Vit selja Bíbliur so bíliga, sum til ber fyri umleið 90 birr, o.u. 25 Nkr, sigur Kacharo.


- Prísurin er í botni; fólk gjalda ikki tað, sum tað í veruleikanum kostar at prenta og fáa tær, hagar tær skulu. Her er tað stuðulin uttanífrá, sum kemur okkum til góða. Uttan peningagávur frá bíbliuvinum uttaneftir, hevði ikki borið til at selt Bíbliurnar so bíliga, sigur hann.


-Okkum tykir, at tað er av stórum týdningi at fáa selt Bíbliurnar, hóast tann lága prísin; ikki bara at geva tær burtur sum eina gávu. Á henda hátt fær Bíblian hjá móttakarunum eitt enn størri virði, og forðað verður fyri, at Bíbliurnar verða misnýttar – ella ikki nýttar í heila tikið, sigur hann.


-Vit eiga at minnast til, at flestu etiopiarar fáa eina dagløn, ið er minni enn 10 kr.; teir liva frá hondini í munnin. Fáir teirra eru ríkir; flestu teirra eru fátækir og eru dagliga noyddir sjálvir at skaffa sær mettuna.
 

Henry D. Joensen, týddi
Kelda: bibel.no
Orð: Martin Eikeland. Mynd: Hans J. Sagrusten