Føroyska Bíbliufelagið vitjar á Argjum
23.02.2019

Sunnudagin 24. februar kl. 11 vitjar Føroyska Bíbliufelagið á guðstænastuni í Argja kirkju.

 

Derhard Jógvansson hevur guðstænastuna og næstformaðurin í Føroyska Bìbliufelagnum Dánial á Dul Jacobsen fer at prædika.

 

Eisini hevur Gunnar K Nattestad, aðalskrivari eina framløgu um Bíbliufelagið.

 

Aftaná døgurða hevur stýrið hjá Bíbliufelagnum stýrisfund í kirkjuni.

 

Føroyska Bíbliufelagið er ein felagskirkjuligur felagskapur og er tí javnan á vitjan hjá ymiskum kirkjum og samkomum.

 

Seinastu ferðirnar hevur verið vitja í katólsku kirkjuni og Adventistakirkjuni, og næstu ferðirnar verður vitja á møti hjá Frelsunarherinum 31. mars og til felagsguðstænastu í ítróttarhøllini á Sandoy Kristihimmalsferðardag 30. mai.