Lurta
Markusar frásøga um Jesus
27.02.2019

Sambært fleiri helst elsta frásøgan av teimum fýra frásøg­unum um Jesus og er tí helst skrivað nakað áðrenn ár 70 e. Kr.


Frásøgan er bygd upp av fleiri smáum frágreiðingum um Jesus. Hesar eru frásagdar av mannamunni, men høvundurin at Markusar frásøgu um Jesus er, sum sagt, helst tann fyrsti, sum greiðir frá hesum søgum á skrift. Jesu lív, deyði og uppreisn eru øll umtalað í tekstinum.

 

Fyrri parturin er í Galilea, har mong ganga aftaná Jesusi, tí at tey síggja, at hann grøðir sjúk og talar við myndugleika. Seinni parturin er í jødiska høvuðsstaðnum Jerusalem, har støðan millum Jesus og myndugleikarnar gerst alsamt spentari, og Jesus verður at enda dømdur at verða krossfestur.


Sambært Markusar frásøgu, so er Jesus nakrar ferðir rættiliga afturhaldin við at siga frá, at hann er bæði Gud og menniskja. Lærusveinarnir byrja spakuliga at skilja tað, og miðskeiðis í frásøguni (kapittul 8) sigur Pætur, at Jesus er Guds Sonur. Jesus greinar teimum tá, at hetta merkir samstundis, at hann fer at verða píndur og at lata lív. Hetta fata lærusveinarnir hinvegin ikki. Teir skilja nevniliga ikki fyrr enn eftir uppreisnina, at Jesus átti at ofra seg fyri at vinna á deyðanum.


Í Markusar frásøgu um Jesus, er Jesus ein maður, ið er sera virkin. Hann grøðir og ger onnur undur. Hann lærir frá sær, eisini um hvussu fólk eiga at liva. Eyðkent er, at Jesus í Markusar frásøgu verður endurgivin fyri at siga, at hann er ikki komin fyri, at onnur skulu tæna honum, men at hann er komin fyri at tæna øðrum og at geva lív sítt fyri at keypa lívini hjá mongum menniskjum frí (kapittul 10, vers 45).


Í elstu handritunum av Markusar frásøgu um Jesus endar frásøgan við, at nakrar kvinnur komu til tómu grøvina páskamorgun (kapittul 16, versini 1-8). Teksturin eftir hetta er ikki at finna í teimum elstu handritunum av Markusar frásøgu.


Nýggi Sáttmálin
Nýggja Testamenti á gerandismáli