Bíbilsku fyrimyndir okkara: Paulus
15.06.2018

Søgan um Paulus er søgan um, hvussu evangeliið kann broyta sjálvt tann harðasta lóglæraran til tann eymasta náðiboðaran.

 

Paulus var føddur, íðin. Eingin kundi lasta hann fyri at liggja á løtu síðuni. Men ídni hansara, áðrenn hann á vegnum til Damaskus var steðgaður av Jesusi, var øgiligt. Ein kend lýsing av honum sigur, at Paulus froysti hóttir og manndráp móti lærusveinum Harrans. Nei, sanniliga var hann ikki tespiligur!

 

MEN, sigur Paulus sjálvur, at tá tað líkaði Gudi, sum longu frá móðurlívi hevði valt hann út, og sum kallaði hann við náði síni, “at opinbera son sín í mær”, tá broyttist Paulus frá at vera ísakaldur forfylgjari av teimum kristnu til at vera sannur boðari av gleðiboðskapinum millum heidningarnar.

 

Paulus verður ofta nevndur heidningaápostulin. Hann er sostatt okkara maður. Av Gudi givin okkum heidningum. Vit vóru jú upprunaliga ikki roknaði uppí. Vit vóru við Paulusar egnu orðum: “... uttan fyri Krist, útistongdir frá borgaraskapi Ísraels og fremmandir fyri sáttmálunum við fyrijáttan teirra, uttan vón og uttan Gud í heiminum.” Men okkum var boðskapurin givin við Paulusi. Boðskapurin um Guds frelsandi náði, sum við blóði Krists hevur givið bæði jødum og okkum heidningum atgongd til Faðirin. Ikki longur fremmand og útlendingar, men samborgarar og Guds húsfólk.

 

Íðinskapur Paulusar minkaði ikki, eftir at hann var komin til trúgv á Harran Jesus. Tvørturímóti, so brendi hann fyri at fáa boðskapin út allastaðni. Vit enda við Paulusar egnu orðum, sum siga okkum, hvørjum lív hansara var  halgað: “... eg meti lív mítt einkisvert f yri meg sjálvan, um eg bara má fullføra skeið mítt og ta tænastuna, sum eg fekk frá Harranum Jesusi: at vitna um gleðiboðskapin um Guds náði.”

 

Dánial á Dul Jacobsen