Menniskjan livir ikki bara av breyði
09.03.2019

Heilagi Andin førdi nú Jesus út í oyðimørkina, so Djevulin kundi freista hann. Har fastaði hann í 40 dagar og nætur og hungraði til endans.


So kom freistarin til hann: „Ert tú veruliga Guds sonur, so sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð.“ Jesus svaraði:“ Í Skriftini stendur, at menniskjan livir ikki bara av breyði, men eisini av hvørjum orði, ið kemur av Guds munni.“


Síðan tók Djevulin Jesus við sær inn í heilaga býin Jerusalem, fór við honum ytst á tempulmúrin og segði: „Um tú av sonnum ert Guds sonur, so leyp útav. Tí skrivað stendur: Gud vil senda sínar einglar. Teir skulu bera teg, so tú ikki meinslar teg á nøkrum steini.“


Jesus svaraði: „Eisini stendur skrivað, at tú mást ikki freista Gud.“


At enda tók Djevulin Jesus við sær niðan á eitt høgt fjall. Haðani vísti Djevulin honum øll heimsins ríki og teirra dýrd. „Alt hetta,“ segði hann, „ gevi eg tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg.“ „Far frá mær, Satan,“ segði Jesus. „Skrivað stendur: „Harran Gud tín eigur tú at tilbiðja og bara tæna honum.“


Tá fór Djevulin frá Jesusi, og einglarnir komu og tóku sær av honum.


Matt. 4,1-11
Nýggi Sáttmálin