Lurta
- Gud tosar á øllum tungumálum
11.03.2019

Í Tansania eru meira enn 120 tungumál. Gud kann nýta tey øll, og hann tosar við øll menniskju á móðurmáli teirra. Hetta sigur Alfred Kimonge, virkin innan Bíbliufelagnum í Tansania.


- Í Tansania eru meira enn 120 tungumál, men øll Bíblian er bara týdd á seks teirra. Nýggja testamenti er týtt á umleið 15 øðrum málum.


- Í uppvøkstri mínum áttu vit onga Bíbliutýðing á tungumáli mínum. Nú er Nýggja testamenti týtt til tríggjar av teimum 40 bygdadialektum mínum. Arbeiðið at umseta og týða alla Bíbliuna gongur við rúkandi ferð.


- Nú er tað veruliga so, at tygum kunna lesa Bíbliuna á tygara egna tungumáli á fyrsta sinni?


- So er! Áður var hildið, at Gud bara tosaði á ávísum tungumáli; tí máli, prestarnir tosaðu. Í mínum ungu døgum helt eg, at Gud kundi ikki nýta móðurmál mítt. Nú eri eg komin til ta sannroynd, at Gud tosar á øllum tungumálum. Gud tosar til øll menniskju á teirra egna tungumáli, tá hesi hava fingið Bíbliuna á teirra egna máli.


- Í Jóhannesar Opinbering síggja vit, at menniskju av øllum tjóðum og tungumálum og ójøvnum grundstøði, skulu møta Gudi framman fyri síni trónu. Gud gav okkum ymisk tungumál við einum endamáli fyri at kunna samskifta á egnum tungumáli. Einki tungumál skal verða lítilsgjørt. Tað er tí av stórum týdningi, at allir málbólkar ognast Guds orð á egna móðurmáli sínum.


- Gud gav øllum menniskjum sítt egna mál, sum tey skilja og samskifta við. Tað ið so menniskjan tosar við hann á sínum egna tungumáli, málbera tey seg betur enn á einum fremmandum tungumáli. Hetta tí, at tey hava til fulnar lært seg tað.

 

Henry D. Joensen, týddi