Gud hevur opnað vegin fyri gleðiboðskapinum í Golf-statunum
29.03.2019

Mong av teimum kristnu í Golfinum eru gestaarbeiðarar, ið starvast sum húshjálparar. Oftast verða hesi at kalla innibyrgd og hava lítla ella onga frítíð; og í áravís ongan hitta av vinfólkum og skyldfólkum sínum; men Guds orðið heldur teimum uppi.


“Framtíðin var mær døpur og ótolandi. Eg hevði svikið ættarfólk mítt, tí eg hevði mist arbeiði. Eg kendi meg av sonnum ónyttugan. Framtíðin varð mær vónleys og døpur. Men so bað presturin saman við mær og gav mær eina Bíbliu. Tað fyrsta, eg las, í henni, var søgan um Jósef.

 

Sum eitt snarljós av himni hendi ein broyting innan í mær. Alt í einum skillti eg, at Gud als ikki var farin frá mær! Eitt undur hendi. Eg varð biðin um at seta meg í samband við eina skrivstovu, ið kallaði inn herfólk. Har fekk eg eitt arbeiði, mær dámdi sera væl. Hetta var eitt undur. Gud er góður! Gud bjargaði mær úr einum heljardýpi. Takk, Harri!”


“Eingin missiónsfelagsskapur er at finna, ið hevði kunnað lagt eina álopsætlan til rættis at náað menniskjum við gleðiboðskapinum, sum tann, Gud sjálvur hevur lagt í Golfinum.” Orðini eigur ein prestur úr Kuvait.


Tað hevur allar tíðir verið galdandi, at gleðiboðskapurin er mentur og vaksin, har menniskju hava tikið við honum og borið hann við sær til nýggj lond og støð; men her í Golfinum við slíkari ferð, ummáli og vøkstri, sum onga aðrastaðni. Hetta er tað, ið ger avbjóðingina so stóra og torføra bæði at geva menniskjum Bíbliur og at geva nývunnum kristnum menniskjum eina kristna upplæring.


(Av trygdarávum verða eingi nøvn nevnd).


Myndatekstur: Flestu av teimum, ið koma, eru menniskju við lítlari ella ongari útbúgving. Hesi gera sær mat, tváa klæðir, vaska og halda heimið reint og nossligt.

 

Henry D. Joensen, týddi
Kelda: Norska Bíbliufelagið