Eg gevi meg undir Guds vilja
06.04.2019

Tá ið Elisabet var komin í sætta mánað, sendi Gud eingilin Gabriel til bygdina Nasaret í Galilea.


Har búði ein ung genta, sum æt Maria. Hon var jomfrú og trúlovað við Jósefi, einum manni, sum var av Dávids ætt. Eingilin kom inn til hennara og segði: „Hey, Maria! Gud hevur valt teg. Tú ert serstøk í hansara eygum.“


Maria var illa við av hesi heilsan og undraðist á, hvat hesi orðini høvdu at týða. Men eingilin segði við hana: „Ver ikki bangin, Maria! Gud hevur valt teg. Tú skalt verða við barn og eiga ein son, og tú skalt kalla hann Jesus. Hann verður mætur og skal verða kallaður Guds Sonur. Gud vil geva honum hásæti Dávids, ættfaðirs hansara, og hann skal ráða yvir Jákups ætt allar ævir, og kongsdømi hansara varir um ævir.“


Maria spurdi eingilin: „Hvussu kann hetta bera til, tá eg ikki havi verið saman við nøkrum manni?“ Og hann svaraði: „Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins hægsta skal hvíla yvir tær. Tí verður barn títt heilagt, og fólk fara at skilja, at hann er Guds sonur. Elisabet, skyldkona tín, er eisini við barn og skal eiga ein son, hóast hon er kallað ’tann barnleysa’. Men fyri Gudi er einki ógjørligt.“


„Eg gevi meg undir Guds vilja,“ segði Maria. „Lat tað ganga soleiðis, sum tú hevur sagt.“


So fór eingilin frá henni.


Luk. 1,26-38
Nýggi Sáttmálin