Vitjaðu í Frelsunarherinum
07.04.2019

Sunnudagin 31. mars, vitjaði Føroyska Bíbliufelagið á møtinum hjá Frelsunarherinum í Tórshavn. Tey luttakandi frá Bíbliufelagnum vóru Jógvan Fríðriksson forseti, Bergur D. Joensen, formaður, Dánial á Dul Jacobsen, 2. formaður og Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari.


Vælkoman var hjartalig og tað var sera stimbrandi at kunna luttaka í hesi samkomuni, ið ber so stóran førning tónleikaliga og við at taka sær av teimum, ið m.a. stríðast við missbrúk og ikki hava tak yvir høvdið.


Bjørn Ove Frøyseth leiddi møti, Gunnar K Nattestad greiddi frá um Bíblufelagið og Jógvan Fríðriksson talaði. Aftaná var ein góður og sunnur drekkamuður at fáa, har høvið var at heilsast og práta saman.

 

Tann so væl kendi Njál Djurhuus var eisini á vitjan og í besta stíli, kundu vit ikki lata møguleikan fara afturvið borðinum, at fáa eina mynd saman.


Føroyska Bíbliufelagið takkar Frelsunarherinum hjartaliga fyri møguleikan at luttaka og ynskir Guds ríku signing yvir tey og arbeiði teirra.