Lurta
Gud /// Menniskja
21.04.2022

Allir tekstirnir í Bíbliuni eru onkursvegna um Gud og menniskjað, og tað hendir uttan iva við, at sagt verður frá um stór verk Guds.

 

Bíblian fortelur um Gud sum skapara himins og jarðar og menniskjans og hansara útveljing av teimum menniskjum, sum skulu útinna hansara vilja, boða hansara orð og gera galdandi hansara boð.

 

Stórar frásagnir eru um, hvussu Gud bjargaði sínum fólki úr Egyptalandi og úr Bábylon, um hansara mátt og dýrd, men eisini um hansara miskunnsemi og hansara nærveru hjá tí, sum er í neyð.

 

Eingin hevur nakrantíð sæð Gud, og kortini er alt Nýggja Testamenti um, at Gud hevur givið seg til kennar gjøgnum Jesu lív og deyða her á fold. Hann er ósjónliga mynd Guds, sigur Paulus, soleiðis, at tann, sum hevur sæð hann, hevur sæð Faðirin.